Uttanlands

Fepur, hosti og leyst lív: Her eru sjúkueyðkennini av coronavirusinum

Flestu tilburðir av coronavirusinum verða staðfestir í Kina, men sjúkan breiðir seg spakuliga kring heimin

2020-01-28 19:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Coronavirus hevur breitt seg til fleiri lond. Í Danmark er illgruni um, at ein maður er smittaður við sjúkuni.

Sjúkueyðkennini av coronavirusinum, sum fyrst varð staðfest í Kina er millum annað fepur, turrur hosti, og í summum førum trupul andadráttur og tekin upp á lungnabruna.

Danmarks Radio hevur á heimasíðuni gjørt eina vegleiðing um hvørji sjúkueykenni eru.

Tað ganga umleið fimm dagar frá at ein er smittaður fyrr enn eyðkennini vísa seg.

[object Object]

4500 kinesarar eru smittaðir av sjúkuni, og 100 fólk hava latið lív av coronavirusinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder