Uttanlands

Fer at halda røðu um støðuna hjá USA í nátt

"State of the Union"-røðan hjá Trump varð útsett orsakað av afturlatingini av almenna geiranum

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-02-05 21:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt føroyska tíð fer amerikanski forsetin, Donald Trump, at halda "State of the Union"-røðu, sum er árliga røðan hjá forsetanum um støðuna hjá amerikansku tjóðini.

Í januar var avgerð tikin um at útseta røðuna, av tí at ein partur av almenna geiranum var afturlatin, men stutt eftir at semja varð gjørd um at lata almenna geiran upp aftur fyribils, varð avgerð tikin um, at røðan skuldi haldast í nátt.

Tað er á hvørjum ári, at amerikanski forsetin skal halda røðu fyri kongressini um støðuna hjá amerikansku tjóðini, og DR hevur gjørt ein lista yvir ting, sum tey flestu kanska ikki vita um árligu "State of the Union"-røðuna:

Fyrsta "State of the Union"-røðan varð hildin í 1790

Tað var í 1790, tá George Washington var forseti, at ein "State of the Union"-røða varð hildin á fyrsta sinni.

Røðan hjá George Washington er eisini stytsta "State of the Union"-røðan, sum nakrantíð er hildin.

Bill Clinton eigur metið fyri longstu "State of the Union"-røðuna

Vanligt er, at røðan varar eitt sindur longur enn ein tíma, men Bill Clinton eigur metið fyri longstu "State of the Union"-røðuna, sum er ein tími og 28 minuttir.

Í fjør vardi røðan hjá Trump ein tíma og 20 minuttir.

Happingaroffur fer at hyggja eftir røðuni saman við konu Trump

Ein rúgva av gestum fara at hyggja eftir røðuni saman við konu Trump, Melaniu. Ein teirra er 11 ára gamli Joshua Trump, sum sambært foreldrum sínum verður happaður, tí hann eitur Trump til eftirnavn.

Fólk, sum í fjør yvirlivdu hópskotdrápið í Tree of Life-synagoguni í Pittsburg, Pennsylvania vera eisini til staðar.

Røðan hjá Bush var tann fyrsta, sum kundi stroymast á netinum

Fyrstu ferð "State of the Union"-røðan varð send í útvarpinum var í 1923, tá Calvin Coolidge var forseti.

Fyrstu ferð røðan varð send í sjónvarpinum var í 1947, tá Harry S. Truman var forseti. Og fyrstu ferð røðan varð stroymað beinleiðis á netinum var í 2002, tá George W. Bush var forseti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder