
- Eg havi tosað við formenninar á tingi í dag, bæði andstøðuformenn og teir í samgonguni, og fari næstu tímarnar ella í morgin at taka eina avgerð, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður við útvarpið klokkan 18.
At Miðflokkurin seinnapartin hevur tikið seg úr samgonguni, er ikki komið óvæntað á løgmann.
- Eg visti av, at tað, at loysa formannin í Miðflokkinum úr starvi, helst kundi fáa tað avleiðingina av flokkurin tók seg úr samgonguni.
- Og tað er tað, sum er hent nú. Samgongumeirilutin er farin, staðfesti løgmaður.
Løgmaður sigur, at hann brúkar næstu tímarnar at kanna hvørjar møguleikar at hann hevur fyri at halda fram ella ella um hann skal útskriva val.
Løgtingsval skal annars vera í seinasta lagi 1. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald