USA ætlar at lata eina milliard dollarar til at styrkja matvørutrygdina í Miðeystri og Norðurafrika, sigur embætismaður í amerikonksu stjórnini.
Talan er um eina upphædd, sum svarar til 7,4 milliardir krónur.
Hjálpin kemur eftir, at ST hevur ávarað um eina hungurskreppu, sum m.a. er orsakað av krígnum í Ukraina, sum ikki hevur kunnað útflutt vanligu nøgdina av korn og aðrar landbúnaðarvørur.
Ukrainska stjórnin sigur, at russisk hernaðarskip blokera ukrainsku havnirnar í Svartahavinum. Tað er vanliga harfrá, at kornið verður flutt.
Ukraina og Russland eru millum heimsins størstu útflytarar av hveiti, og spæla tey bæði londini ein týðandi leiklut, tá tað kemur til altjóða matvørutrygd.
Sambært ST vóru 71 milliónir fleiri fátæk fólk í heiminum teir fyrstu tríggir mánaðarnir eftir russisku innrásina í Ukraina 24. februar. Orsøkin til hetta eru vaksandi prísirnir á matvørum
Hesi 71 milliónirnar liva fyri minni enn 1,9 dollarar um dagin, ið svarar til 14 av okkara krónum.
Tøl hjá ST hava eisini víst, at har í fjør vóru 239,4 milliónir fleiri fólk, ið vóru rakt av hungursneyð enn í 2015. Hetta er ein vøkstur á 41,4 prosent, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald