150 skógareldar herja í løtuni í Avstralia, og sambært avstralsku myndugleikunum, fer støðan at gerast uppaftur verri, nu avstralska summarið stendur fyri durum.
Tað eru New South Wales, har Sydney liggur, og Queensland, sum eru teir statirnir, sum eru harðast raktir, og fer tað at taka fleiri vikur at fáa tamarhald á støðuni.
Summastaðni hava myndugleikarnir heitt á fólk um at rýma av staðnum umgangandi.
Operahúsið í Sydney (Mynd: EPA)
Í New South Wales hevur eldurin oyðilagt 300 heim seinastu dagarnar, og í Queensland siga tey seg ongantíð hava sæð nakað líknandi.
Landsynningsavstralia er eisini rakt av ringasta turkinum, sum nakrantíð er skrásettur, og eisini hevur verið nógvur hiti og nógvur vindur í økinum, skrivar DR.
Í morgun lokala tíð var hitin í Queensland komin uppum 36 stig, og nógvi vindurin kann hava við sær, at støðan versnar munandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald