Í vikuni boðaði fólkatingið frá, at grønlendskir og føroyskir fólkatingslimir nú kunnu fáa ískoyti á 67.000 krónur til tulk, so teir kunnu tosa teirra móðurmál í fólkatingssalinum, men Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, ætlar sær ikki at brúka hendan møguleikan.
– Fyri einki ivamál skal vera, so skal eg gera greitt, at Sambandsflokkurin á Fólkatingi fer ikki at brúka skipanina hjá Fólkatinginum um at fáa pening til tulk, sigur hon í tíðindaskrivi frá Sambandsflokkinum á Fólkatingi.
Føroysku og grønlendsku flokkarnir hava møguleikan at gerast partur av nýggju skipanini, men tað merkir ikki, at flokkarnir uttan víðari fáa hendan peningin. Teir kunnu søkja um peningin, um tørvur er á tí, og føroyska fólkatingskvinnan sigur seg ikki hava tørv á hesum.
– Eg havi ikki brúk fyri hasi skipanini, sum støðan er nú, tí eg fari framhaldandi at tosa danskt í Fólkatingssalinum. Er tað tørvur á onkrari umseting í sambandi við fólkatingsarbeiðið, so verður tað avgreitt undir verandi skipan við floksstuðli, sigur Anna Falkenberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald