Týsdagin 1. september kemur nýggj sjálvsævisøga hjá fyrrverandi danska forsætisráðharranum og floksformanninum, Lars Løkke Rasmussen, út. Tað skrivar TV2.
Eitt, sum hevur vakt ans, er, at Lars Løkke í eftirmælinum av bókini, sum stendur at vera frá sumrinum 2020, hevur sagt, at hann skjótt fer at taka avgerðir um sína politisku framtíð.
Orsøkin er, sigur hann, at hann ikki tekur undir við núverandi kósini hjá Venstre. Í bókini "Om de fleste – og det meste", skrivar hann m.a. soleiðis:
– Eg eri simpulthen ikki egnaður til at vera hálvt við. Og tí eri eg skjótt noyddur at taka mína avgerð: Antin má eg góðtaka, at politiska hurðin er læst eftir mær. Ella so má eg venda mær við og sláa hana inn aftur. Onkursvegna.
Í morgin, 31. august, er júst eitt ár síðani, at Lars Løkke á leiðslufundi hjá Venstre boðaði frá, at hann legði frá sær sum formaður í flokkinum aftaná tíggju ár.
Tá DR spurdi hann, um hann ætlar sær at stovna nýggjan flokk, segði Lars Løkke, at tað ikki er eitt mál hjá honum at stovna egnan flokk, tí Danmark hevur nóg mikið av flokkum, heldur hann. Hann vónar í staðin, at hansara egni flokkur finnur ta kósina, sum hann hevur álit á. Tó undirstrikar hann, at hann ikki avvísir møguleikan um at stovna egnan flokk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald