Innanlands

Fer nú at evna listarverk úr Miusa træi

Listamaðurin og dreygarin í Leynum, Ole Jakob Nielsen, er nú farin í holt við at gera listaverk burturúr sínum luti av Miusa træi. Stóra træið varð felt í fjør og síðani latið millum annað fleiri listafólkum

Stóra reyðbókin, sum stóð omanfyri Kioskina hjá Astu á Vaglinum, verður nú evnað til (Mynd: torshavn.fo)

Stóra reyðbókin, sum stóð omanfyri Kioskina hjá Astu á Vaglinum, verður nú evnað til (Mynd: torshavn.fo)

2022-03-17 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Miusa træ varð felt á vári í 2021. Tá varð avgjørt, at lata partar av trænum til fleiri handverkslistafólk, Verkstaðið Vón fekk ein part av trænum og borgarstjórin fekk eina einstaka grein í varðveitslu.

Træið var stóra reyðbókin, sum stóð omanfyri Kioskina hjá Astu á Vaglinum.

Ein av persóninum, sum fæst við list og sum fekk ein part, er Ole Jakob Nielsen úr Leynum, og Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at hann nú er farin í holt við at gera okkurt burturúr sínum luti.

- Vanligt er, at tílíkt træ skal liggja og turka eina tíð, áðrenn evnað verður burturúr. Um dagarnar hevur dreygarin í Leynum so kutað sundur og gjørt klárt, so nú verður spennandi at síggja, hvat fæst burturúr hesum sera sjáldsama viðinum.

[object Object]
Mynd: torshavn.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder