14. desember skal valmannaráðið í USA peika á komandi amerikanska forsetan, og alt bendir á, at teir fara at peika á demokratin Joe Biden.
Eftir valið fyrst í hesum mánaðinum stendur Biden við 306 valmonnum, meðan sitandi forsetin, Donald Trump stendur við 232. Fyri at vinna krevst í minsta lagi 270.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur higartil ikki viljað góðtikið eitt tap, og hevur hann ferð eftir ferð tosað um umfatandi valsvik.
Á tíðindafundi í gjár segði hann tó, at hann ætlar sær at fara úr Hvítu Húsunum, um valmannaráðið peikar á Biden.
Tó segði hann eisini, at hann helt tað vera eitt mistak, um peikað verður á Biden, og endurtók hann, at talan hevði verið um valsvik, skrivar Ritzau.
Komandi forsetin verður eftir ætlan svorin í eið 20. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald