Innanlands

Ferð komin á arbeiðið at stykkja út á Fossum

Arbeiðið hevur verið seinkað – nú er fyrsta skotið latið av

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-12-22 09:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár varð fyrsta skotið latið av til nýggju útstykkingina á Fossum í Klaksvík. Verkætlanin hevur verið nakað seinkað, men nú kemur væntandi ferð á arbeiðið, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Í heyst varð bíðað eftir loyvið frá Statens luftfartsvæsen, tí manglandi loyvið førdi við sær, at kommunan ikki slapp av við avgrevsturin, ið skuldi tyrvast nærhendis tyrlupallinum. Loyvið kom í oktober og síðan er ymiskt fyrireikandi arbeiði framt, eitt nú vegurin, ið skal nýtast til tyrvingina.

Í gjár varð so fyrstað skotið latið av, og roknast kann tí við, at rættilig gongd kemur á útstykkingina í nýggja árinum. Fyrstu metingarnar vóru annars, at fyrsta byggistig varð handað kommununi um ársskifti 2021/22, men í nýggju tíðarætlanini verður roknað við, at nýggju íbúgvarnir á Fossum kunnu fara ígongd at byggja í apríl 2022.

Tað var 18. juni at spakin varð settur í verkætlanina Uppi á Fossum, har tilsamans 91 grundstykki skulu gerast í trimum byggistigum. Tað er SNA arkitekar, sum hava projekterað útstykkingina, og øll verkætlanin fer væntandi at taka áleið trý ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder