Innanlands

Ferðaætlanin hjá Smyrli aftur tillagað

Hetta er orsakað av veðrið og høvuðsummælingini. Smyril fer at sigla við trimum høvuðsmotorum til og við 2. november, og tískil er ferðaætlanin broytt

- Orsakað av, at tað hevur viðrað so illa seinastu dagarnar, hevur høvuðsumvælingin av høvuðsmotorinum ikki gingið sum ætlað. Fyri at fáa umvælingina lidna sum skjótast, verður ferðaætlanin nú tillagað. Broytingar eru teir flestu av teimum næstu níggju døgunum (Mynd: Sverri Egholm)

- Orsakað av, at tað hevur viðrað so illa seinastu dagarnar, hevur høvuðsumvælingin av høvuðsmotorinum ikki gingið sum ætlað. Fyri at fáa umvælingina lidna sum skjótast, verður ferðaætlanin nú tillagað. Broytingar eru teir flestu av teimum næstu níggju døgunum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-24 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hava nakað av broytingum verið í siglingini hjá Smyrli. Orsøkin hevur millum annað verið veður men eisini ein umvæling.

Nú boðar Strandferðslan frá nýggjum tillagingum vegna seinkan av høvuðsumvælingini - sum er íkomin vegna veður:

- Orsakað av, at tað hevur viðrað so illa seinastu dagarnar, hevur høvuðsumvælingin av høvuðsmotorinum ikki gingið sum ætlað. Fyri at fáa umvælingina lidna sum skjótast, verður ferðaætlanin nú tillagað, so at stundir verða til at fáa arbeiðið liðugt.

Strandferðslan skrivar víðari, at Smyril harvið siglir við trimum høvuðsmotorum hetta tíðarskeiðið.

[object Object]
Fyribils ferðaætlanin hjá Smyrli fyri næstu níggju dagarnar (Skýggjamynd: ssl.fo)

Sum sæst omanfyri er broyting í ferðaætlanini um Suðuroyarfjørð sjey útav teimum næstu níggju døgunum.

Ferðaætlanir fyri leið 8, 700 og 701 - framasigling um Suðuroyarfjørð og bussleiðirnar í Suðuroynni - verða tillagaðar samsvarandi, skrivar ssl.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder