Uttanlands

Ferðafólk á hotelli Tenerife sett í karantenu

Hotellið avbyrgt eftir at tað var staðfest, at ein av gestunum var smittaður við corona

Ein ferðslupolitistur við andlitsmasku í Santa Cruz á Tenerife. Maskan er ikki orsaka av coronasmittuni, men orsaka av einum stormi við sandi úr Sahara, sum herjaði um vikuskiftið  (Mynd: EPA)

Ein ferðslupolitistur við andlitsmasku í Santa Cruz á Tenerife. Maskan er ikki orsaka av coronasmittuni, men orsaka av einum stormi við sandi úr Sahara, sum herjaði um vikuskiftið (Mynd: EPA)

2020-02-25 10:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umleið 1.000 gestir á hotellinum H10 Costa Adeje Palace á sponsku frítíðaroynni Tenerife eru sett í karanteni eftir at tað er staðfest, at ein av gestunum, ein italskur lækni, er smittaður við coronavirus.

Tað skriva fleiri spanskir miðlar í dag.

Og sambært Danmarks Radio, so hevur ferðafólkafyriskiparin Bravo Tours tveir danskar ríkisborgarar á hotellinum. Ferðafyriskiparin TUI upplýsir, at fleiri sviar og finnar eru millum avbyrgdu gestirnar á hotellinum. Upprunaliga skuldu fleiri danskir ríkisborgarar skrivast inn á hotellið, men tey vórðu umbókað á annað hotell.

Italski ferðamaðurin, ið er smittaður við corona, búði á hotellinum í seks dagar. Hann hevði fepur í fleiri dagar áðrenn hann um vikuskiftið vendi sær til eina privata læknaviðtalu, har tað varð staðfest, at maðurin varð smittaður við coronavirus.

Maðurin, sum kemur frá Lombardia landslutinum, er innlagdur á universitetssjúkrahúsinum Nuestra Senora de Candelaria, skriva spanskir miðlar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder