Uttanlands

Ferðafólk fingið skaða av bumbu móti bussi

Nýtt bakkast fyri ferðafólkavinnuna í Egyptalandi

Nógv ferðafólk leita dagliga til pyramidurnar í Giza (Savnsmynd: EPA)

Nógv ferðafólk leita dagliga til pyramidurnar í Giza (Savnsmynd: EPA)

2019-05-19 15:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

16 fólk – herav fleiri útlendsk ferðafólk – fingu skaða av eini bumbu við spildurnýggja Grand Egyptian Museum nærhendis pyramidurnar í Giza í Egyptalandi í dag.

Bumban var ætlað einum ferðafólkabussi, sum stóð við pýramidurnar í útjaðaranum av egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, skrivar Reuters.

Egyptiskir myndugleikar siga, at fleiri av teimum 16 særdu eru útlendsk ferðafólk. AP-tíðindastovan skrivar, at talan var um eina vegjaðarabumbu.

Ferðafólkavinnan er hin mest týðandi vinnan í Egyptalandi. Vinnan roynir at koma fyri seg aftur eftir stóru afturgongdina í sambandi við ófriðin undir arabiska várinum í 2011 og bumbingini av einum russiskum ferðafólkaflogfari í 2015 tá 224 fólk lótu lív. BBC metir tí, at bumban í dag kann vera enn eitt bakkast fyri hesa vinnu.

Hetta er onnur bumban innan fáar mánaðir, vend móti ferðafólki í Egyptalandi. Í desember doyðu trý ferðafólk úr Vjetnam og ein ferðaleiðari tá ein vegjaðarabumba rakti ein buss, eisini nærhendis Giza-pyramidunum.

Hetta fekk eitt nú danskar ferðaskrivstovur til at avlýsa allar ferðir til Kairo-økið, skrivar dr.dk. Í seinastu vegleiðingini frá danska uttanríkisráðnum – hon er frá apríl – verður heitt á donsk ferðandi um at vísa størsta varðsemi, um tey ferðast í økinum nærhendis Kairo. Óneyðugar ferðir verða eisini fráráddar til fleiri økir í landinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder