Innanlands

Ferðafólk hildu ikki tilmælini um heimauppihald

Nakrar danir, sum komu við flogfari til Føroya fríggjadagin hildu ikki tilmælini men fóru beint í býin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-28 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð staðfest at Føroyar aftur vóru koronafríar – fyri fyrstu ferð síðan juli, men tey, sum hava verið í býnum um vikuskiftið eiga kortini at vera ansin komandi dagarnar, sigur løgreglan.

Tíðliga í morgun fekk løgreglan boð um, at ein maður lá avdottin í býnum í Havn. Maðurin var dani, og tað vísti seg, at hann og nøkur vinfólk vóru komin til Føroya fríggjadagin við tí ætlan at hava eitt ballingarvikuskifti í Føroyum.

Sostatt hava tey ikki hildið tilmælini um at vera í heimauppihald, til tey hava fingið úrslitið frá koronakanning á sætta degi.

Hevur mann verið í býnum um vikuskiftið eigur mann tí at ansa sær og lata seg kanna, um mann fær nøkur sjúkueyðkenni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan koyrdi avdotna mannin heim til tað hotellið, har hann og vinfólkini búðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder