Tað eru júst ferðafólk, sum hava gjørt gøtu frá Miðportrinum og niðan á sjálva Trælanípuna í sambandi við átakið "Closed for Maintenance".
Tað skuldi verið gott at gingið í økinum, men onkutíð kann man vera óheppin og áhalsin.
Hetta var so hjá einum ferðafólki, sum meiddi sær fótin á túri til Trælanípuna seinnapartin í gjár - so mikið at tað ikki bar til at ganga víðari
Viðkomandi var ikki einsamallur, og boð vóru send eftir hjálp. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun sigur, at boðini fóru víðari til Landssjúkrahúsið.
Tað er ikki skrásett, um tryla varð nýtt - eins og til hendingina við Kallin mánadagin. Tá breyt eitt útlendskt ferðafólk fótin har.
Persónurin við Trælanípuna hevur fingið sama ella líknandi skaða, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald