Tey ferðafólkini, sum máttu flytast burtur orsakað av skógareldunum í Grikkalandi í summar, fáa eina ókeypis ferð á Rhodos næsta ár.
Yvir 20.000 lokalir íbúgvar og ferðafólk máttu flytast úr heimunum og gistingarhúsunum á frítíðaroynni. Ferðavinnan hevur so stóran týdning fyri grikska búskapin, og Rhodos er eitt sera vælumtókt ferðamál, og tí vil Grikkaland gera nógv fyri at fáa ferðafólkini aftur.
Ferðafólkini fáa eitt ókeypis uppihald á Rhodos næsta vár ella næsta heyst, sigur grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis sambært Reuters.
Enn er ikki greitt, hvussu verður skipað fyri hesum.
Skógareldarnar, sum kyknaðu miðskeiðis í juli mánað, ávirkaðu 15 prosent av Rhodos, men nú er alt sum vanligt aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald