
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, upplýsti í vikuni í svari til Beintu Løwe, tingkvinnu, at landskassin hevur rindað 67,3 milliónir til privatar kanningar.
Men við í hesari upphæddini er eisini tað, sum ferðafólk hva rindað, tá tey eru blivin kannað við markið. TAKS hevur umsitið hesa innkrevjingina, og higartil eru 25,2 milliónir krónur umframt mvg kravdar inn.
Tað upplýsir Heilsumálaráðið.
Allar rokningar og øll inngjøld er ikki gjørd upp enn, men higartil hevur landið rindað tilsamans 83,3 milliónir krónur fyri Covid-19 kanningar. Harav eru 16,5 milliónir rindaðar Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Thetis hevur sent rokningar upp á 60,8 milliónir til Heilsumálaráðið og Sjúkrahúsverkið, og meðan 6,5 milliónir krónur eru rindaðar til Smyril Line.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald