Uttanlands

Ferðafólk rýmd úr Suðurafrika – Hetta er órættvíst, sigur stjórnin

Umheimurin eigur ikki at revsa Suðurafrika fyri at vera nóg framkomið til skjótt at finna nýggj koronufrábrigdi, heldur stjórnin

Fleiri fráferðir á OR Thambo International Airport uttanfyri Johannesburg eru avlýstar (Mynd: EPA)

Fleiri fráferðir á OR Thambo International Airport uttanfyri Johannesburg eru avlýstar (Mynd: EPA)

2021-11-28 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hava langar bíðirøðir verið á floghavnunum í Suðurafrika, har ferðafólk hava verið íðin eftir at sleppa av landinum.

Seinastu dagarnar hava fleiri lond eisini sett ferðaavmarkingar í verk fyri Suðurafrika og fleiri av grannalondunum í sunnara parti av Afrika orsakað av nýggja Omikron-frábrigdinum, sum møguliga smittar meira enn onnur frábrigdi, sum higartil eru funnin.

Orsakað av ferðaavmarkingunum vóru nógv ferðafólk brádliga strandaði í Suðurafrika.

Stjórnin í Suðurafrika heldur, at hon verður órættvíst viðfarin av umheiminum.

Avmarkingarnar eru skaðiligar fyri ferðavinnuna og búskapin, og Suðurafrika verður revsað fyri at hava staðfest eitt nýtt frábrigdi, sigur stjórnin sambært Ritzau.

– Seinasta umfarið av ferðaavmarkingum er tað sama sum at revsa Suðurafrika fyri at vera nóg framkomið til skjótt at finna nýggj frábrigdi. Framkomin vísindi eigur at verða heiðraður, ikki revsaður, sigur suðurafrikanska ráðið fyri altjóða samband og samstarv.

Víst verður eisini á, at hóast frábrigdið fyrst varð funnið í Suðurafrika, er tað síðani eisini funnið í øðrum londum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder