Innanlands

Ferðafólk slappa ikki út í Mykineshólm í ár

Hóast neyðug loyvi og nøktandi trygdarmeting, er avgjørt at atliti til lundastovnin vigar tyngri. Eins og í fjør, sleppa ferðafólk ikki heilt út í Hólmin, men túrar ímóti økinum verða kortini gjørdir

Av tí at tað ikki ber til at fara heilt í Hólmin verður gingið til eitt stað, har gott útsýni er yvir lundalandið og Mykineshólm. Hetta var eisini gjørt í 2023 (Mynd: Pól Sundskarð)

Av tí at tað ikki ber til at fara heilt í Hólmin verður gingið til eitt stað, har gott útsýni er yvir lundalandið og Mykineshólm. Hetta var eisini gjørt í 2023 (Mynd: Pól Sundskarð)

2024-01-04 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri at geva lundanum frið í bútíðini, verður ikki latið upp fyri ferðafólkum at ganga út í hólm komandi summar.

Hesi eru boðini, sum eru komin frá hagapørtunum í Mykinesi seinnapartin. 

Í 2021 var omanlop úti í Lamba og ein partur av lopinum rakti umleið 30 – 50 metrar av gøtuni, ið tískil má flytast. Eftir tilmæli frá Jarðfeingi varð øll gongd steðga inntil nærri kanningar kundu staðfesta, hvussu støðan var Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest avgerðina hjá Friðingarnevndini í Vágum um at loyva at flyta hetta petti gøtuni og metingar hjá Jarðfeingi hava víst, at tað ikki er øktur vandi fyri, at tað stendur til at loypa meir.

- Hóast neyðug loyvi og nøktandi trygdarmeting, er avgjørt at atliti til lundastovnin vigar tyngri og tí verður ikki latið upp fyri túrinum út í hólm í 2024, staðfesta hagapartarnir

Harvið ber tað framvegis ikki at koma heilt út í Hólmin sum ferðafólk.

Túrar verða gjørdir

Síðani 2017 hevur verið arbeitt fram ímóti einari loysn, ið tekur hesi atlit, samstundis sum ferðafólkini fáa eina góða uppliving uttan at tað órógvar náttúru, djóra- og fuglalívið og tey sum búgva í oynni minst møguligt.

Í tíðindaskrivinum verður eisini staðfest, at royndirnar frá í fjør vístu, at tað er ein avgjørdur fyrimunur at ferðafólkini ganga í bólkum við ferðaleiðara eftir einum skipaðum leisti. Tí verða túrarnir í 2024 skipaðir eftir sama leisti, við somu treytum og túrum.

Hetta merkir, at tað einans eru vaksin útlendsk ferðafólk og vinnulig ferðavinna, ið rinda fyri ferðaleiðara og gongugjald. Føroyingar og børn gjalda framvegis einki hiking.fo

Av tí at tað ikki ber til at fara heilt í Hólmin verður gingið til eitt stað, har gott útsýni er yvir lundalandið og Mykineshólm. Hetta var eisini gjørt í 2023.

"Hagapartarnir Mykines" hava síðani 2017 arbeitt við at skipa ferðavinnuna í Mykinesi á burðardyggum grundarlagi við neyðugum atliti til at verja náttúru, djóra- og fuglalív best møguligt. Grunnurin hevur eina ólønta nevnd, mannað við einum umboði fyri hvønn hagapart. Hagapartarnir tilnevna sítt umboð í nevndina.

- Grunnurin fær sínar inntøkur frá teimum gjaldandi ferðafólkunum. Útreiðslur til umsiting, innkrevjing og ferðaleiðarar v.m. verður fíggjað av inntøkunum og somuleiðis rindar grunnurin skatt av úrslitinum og meirvirðisgjald av gongugjaldinum/hiking fee. Eingin eigari fær persónligan part av vinninginum hjá grunninum og tað ger, at grunnurin hevur betri møguleika fyri at røkka sínum endamáli. nevniliga at stuðla bygd og oyggj best møguligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder