80.000 ferðafólk eru í løtuni føst í kinesiska frítíðarbýnum Sanya á oynni Hainan, sum av altjóða miðlum eisini verður nevnd "tað kinesiska Hawaii"
Leygardagin avlýstu myndugleikarnir í Kina allar flogferðir og tokferðir til og úr býnum. Orsøkin var, at 263 fólk høvdu fingið staðfest koronu dagin fyri.
Ferðandi skulu nú vísa á fimm negativ kanningarúrslit uppá sjey dagar, áðrenn tey sleppa av staðnum. Gistingarhús í býnum hava fingið boð um at geva ferðafólki 50 prosent avsláttur, inntil avmarkingarnar verða settar úr gildi aftur, skrivar Ritzau.
Kina er einasta landið í heiminum, sum framvegis heldur fast í einum nulltoleransu-politikki, tá tað kemur til koronu. Hetta hevur við sær umfatandi avmarkingar og avbyrging av íbúgvum. Kinesisku landamørkini hava fyri tað mesta verið stongd, síðan fyrst í 2020, og tað hevur havt sína ávirkan á ferðavinnuna í landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald