2021-07-12 08:16

Í gjár vórðu tvey amerikonsk ferðafólk, sum komu til Føroya umvegis Vága floghavn, tikin við hashi uppiá sær.
Upplýst verður ikki, hvussu stóra nøgd talan var um, men útfrá nøgdini, sum tey høvdu uppiá sær, var tað helst ætlað til egið brúk, sigur løgreglan.
Møguliga hava ferðafólkini ikki verið klár yvir, at talan var um eitt lógarbrot, sigur vaktleiðarin á politistøðini, og verður málið avgreitt við einari bót, áðrenn tey fara av landinum aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald