Síðani 7. februar hevur tað verið ófriður í Port au-Prince, høvuðsstaðnum í Haiti. Orsøkin er ónøgd við inflatiónina í landinum, og illgruna og ákærur um rotinskap og mutur í skipanini. Mótmælisfólk ynskja forsetan Jovenel Moise frá.
Hetta hevur ført við sær, at fólk eru deyð í samanstoytum og harvið gjørt umstøðurnar ótryggar. Haiti er eitt vælumtøkt ferðamál, og CNN skrivar, at nú skulu meira enn 100 ferðafólk, ið eru strandaði í landinum, flytast heim.
Talan er um 113 fólk, sum hava keypt ferðapakkar ígjøgnum kanadiska felagið Air Transat. Umboð fyri Air Transat sigur við CNN, at ferðafólkini eru trygg, men tey skulu sleppa úr landinum. Vegurin til flogvøllin í Port-au-Prince er blokeraður og ótryggur, og tí noyðist kanadiska stjórnin at hjálpa til. Ferðafólkini sleppa úr landinum við bjargingarfløgførum.
Kanadiska stjórnin hevur, eins og tann amerkanska, rátt fólkið frá at ferðast til Haiti orsakað av ofriðinum har.
Uttanlands
Ferðafólk verða flutt burtur úr Haiti
113 fólk skulu heim við bjargingarflogfari orsakað av ófriði í høvuðsstaðnum í oyggjalandinum
Mótmælisfólk í Port au-Prince í gjár (Mynd: CNN)
2019-02-16 12:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald