Uttanlands

Ferðafólkaflogfar og hernaðartyrla dottin niður nærindis Washington D.C.

Flogfarið hjá American Airlines og ein hernaðartyrla av slagnum Black Hawk stoyttu saman í luftini í nátt – Í minsta lagi 18 fólk hava latið lív, skriva amerikanskir miðlar

Bjargingarfólk leita í Potomac-ánni (Mynd: EPA)

Bjargingarfólk leita í Potomac-ánni (Mynd: EPA)

2025-01-30 07:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt ferðafólkaflogfar hjá flogfelagnum American Airlines og ein hernaðartyrla av slagnum Black Hawk stoyttu í nátt saman í luftini nærindis amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C., upplýsa Hvítu Húsini.

Bæði hernaðartyrlan og flogfarið duttu niður í Potomac-ánna nærindis Washington D.C.

60 ferðafólk vóru umborð á flogfarinum, og manningin taldi fýra fólk. Í tyrluni vóru trý herfólk. Amerikanski miðilin CBS News skrivar, at í minsta lagi 18 lík eru funnin í ánni.

Hetta er fyrstu ferð í nærum 16 ár, at eitt ferðafólkaflogfar dettur niður í USA. Seinast var í februar 2009, tá eitt ferðafólkaflogfar datt niður og rakti eini hús nærindis Buffalo í statinum New York. Øll 49 fólkini umborð lótu lív.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder