Uttanlands

Ferðafólkaflogfar við 157 fólkum dottið niður í Etiopia

Har vóru fólk úr 33 ymiskum londum umborð á flogfarinum, og eingin yvirlivdi óhappið

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-03-10 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt ferðafólkaflogfar frá Ethiopian Airlines, sum var ávegis til Nairobi í Kenya, er dottið niður.

Sambært DR, hendi hetta bert seks minuttir eftir, at flogfarið var farið í luftina klokkan 8.44 lokala tíð.

Flogfarið var av slagnum Boeing 737-800MAX, og 157 fólk vóru umborð. 149 ferðafólk og 8 starvsfólk.

Ferðafólk úr 33 ymiskum londum vóru umborð á flogfarinum, og sambært lokalu miðlunum, var eingin, ið yvirlivdi.

Dagførd kl. 11.01

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder