Ferðafólkatalið í fjør fór upp um tað, sum tað var í metárinum í 2019, tá 424.281 ferðafólk fóru um flogvøllin í Vágum.
Í 2023 vóru ferðafólkini 431.079 í tali. Hetta vísa nýggj tøl frá Vága Floghavn, sum Kringvarpið ber fram í dag.
Harvið var talið 1,6 prosent hægri í fjør, enn tað var í 2019. Í 2020 kom koronufarsóttin, og tað tók langa tíð at fáa flogferðsluni upp ímóti tí stigunum, sum hon var á áðrenn.
Nú hevur Vága Floghavn so sett nýtt. Kringvarpið skrivar, at talið sjálvan desember mánaði í fjør var væl lægri enn tað í 2019: Yvir átta prosent lægri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald