MES-støðirnar á Smyrli verða dagførdar frá 8. til 23. september 2026.
Í hesum tíðarskeiðnum verður ferðafólkatalið á Smyrli avmarkað, so at hann bert hevur loyvi at taka 500 ferðandi.
Tað boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari. Tað er serliga ferðafólkatalið, sum verður væl lægri enn vanligt, ið verður ávirkað. Men eisini verða onkrir av vanligu túrarnir silgdir.
- Hetta arbeiði kemur eisini at hava ávirkan á ferðaætlanina hjá Smyrli. Mikudagin 16. september og mikudagin 23. september verða túrarnir av Havnini kl. 08.45 og av Krambatanga kl. 11.30 ikki sigldir.
Ein MES-støð (Marine Evacuation System) er eitt savningar- og rýmingarstað umborð á einum skipi, sum verður nýtt til skjótt at fáa nógv ferðafólk og manning trygt av skipinum í einari neyðstøðu.
Støðin er samansett av einari uppblásiligari skakt, sum leiðir beinleiðis niður í stórar bjargingarflakar, sum liggja á sjónum, skrivar ssl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald