Innanlands

Ferðafólkatalið á Ternuni skert

Fram til mikudagin sleppa bert 66 fólk við á hvørjum túri um Nólsoyarfjørð. Orsøkin er, at bjargingarbátarnir skulu sýnast

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-04 08:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstu dagarnar kann ikki taka eins nógv ferðafólk sum vanligt, tá farið verður um Nólsoyarfjørð.

Orsøkin er, at talið av bjargingarbátum verður minni, og talan er um dagarnar fram til mikudagin 9. mars. Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari: 

- Í samband við sýn av bjargingarbátum umborð á Ternuni kann Ternan føra 66 ferðafólk hetta tíðarskeið.

42-ára gamla skipið tekur vanliga nakað meira av ferðafólki. Sí útgreining á ssl.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder