Innanlands

Ferðafólkatalið í Vágum er vaksandi

66.169 ferðafólk vóru á flogvøllinum í august - hetta er nærum ein vøkstur á 10 prosent, í mun til 2025. Sum heild er talið væl hægri enn í fjør.

Higartil í ár er ferðafólkatalið á føroyska flogvøllinum 359.348. Hetta er ein vøkstur á 6,9 prosent, í mun til í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Higartil í ár er ferðafólkatalið á føroyska flogvøllinum 359.348. Hetta er ein vøkstur á 6,9 prosent, í mun til í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-04 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

66.169

Hetta var ferðafólkatalið fyri flogvøllinum í Vágum í august.

Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðu sínari.

Talan er um eitt væl hægri tal enn í fjør: Í prosentum er talið fyri 2026 9,2 prosent hægri enn fyri í august í fjør.

Og kós er aftur sett móti einum metári hjá Vága Floghavn.

Sambært tølum hiðani, sum KVF hevur skrivað um í dag, er vøksturin fyri fyrstu átta mánaðirnar sløk sjey prosent: 6,9 prosent. Hetta í mun til í fjør.

Higartil í ár er ferðafólkatalið á føroyska flogvøllinum 359.348. Tølini eru gjørd upp 1. september.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder