Oman fyri 50.000 fólk hava vitjað Kalsoynna í summarmánaðunum í ár og næstan 30.000 hava vitja Mykines. Hetta er væl meira enn ein tvífalding av tølunum, samanborið við frá 2014.
Tað vísir ein nýggj uppgerð fyri ferðafólkaflutningin í mánaðunum apríl til september, sum Visit Kalsoy hevur gjørt úr samansettum tølum á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.
Serliga Kalsoyar- og Mikinesleiðin er økt munandi og eisini hevur Fugloyarleiðin havt ein vøkstur í summarsiglingini hesar mánaðirnar.
Olivur Thomsen, leiðari fyri Visit Kalsoy er ikki í iva um, at eisini komandi árini fer ferðafólkatalið til Kalsoyar at vaksa munandi, tí oyggin ber nógv, og siglandi er so at siga hvønn dag á árinum.
- Við núverðandi ferð kann man rokna við 100.000 ferðandi um fimm ár. Økta ferðafólkatalið viðførir longu í dag, at ordiligur gonguvegur má gerast út á Kallin, at toilet- og hølisviðurskifti mugu skipast á Syðradals kaj, at bussleiðin má mennast bæði í túratali og stødd av bussi, og at Sam siglir oftari týs- og hósdagar.
- Grundarlag er longu nú fyri at bjóða fram taxakoyring í oynni og at útleiga bilar og súkklur – eins og grundarlag fyri at útleiga kømur og at reka hotel- og matstovuvirksemi er komið fyri at vera – og ikki minst fyri at lata upp ein handil í oynni, tí í løtuni er bara ein kiosk á Trøllanesi. Og so sjálvandi øll møgulig ferðavinnutiltøk sum framsýningar, guidaðar túrar og aðrar upplivingar, sigur Olivur Thomsen í tíðindaskrivi frá Visit Kalsoy.
- Uttan iva fer ferðafólkatalið út í Mykines at økjast lutvíst líka nógv , um mann ikki setir onkrar forðingar fyri hesum. Í Mykinesi er ferðavinnan eldri og væl meira búnað enn á Kalsoynni, sum ikki hevur verðið so væl vitjað fyrr enn nú, síðani Kópakonan varð reist í Mikladali í 2014, leggur Olivur Thomsen afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald