Í 2024 ferðaust 273.344 fólk um Suðuroyarfjørð og er hetta út við 10.000 fleiri enn í 2023, tá talið var 263.541.
Soleiðis skrivar Suðuroyarportalurin á heimasíðu sínari.
Talið av ferðandi í 2024 var eisini tað næsthægsta nakrantíð við Smyrli.
- Bara í 2018 hava tað ferðast fleiri fólk við SSL um Suðuroyarfjørð, tá ferðastu 275.207 fólk um Suðuroyarfjørð.
Talið av akførum á Suðuroyarleiðini var hinvegin tað hægsta nakrantíð í fjør. Í fjør vórðu 112.487 akfør flutt við Smyrli um Suðuroyarfjørð.
Hetta eru smá 5.000 fleiri enn í 2023, tá talið var107.466 akfør, upplýsir Suðuroyarportalurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald