2020-11-21 19:02

Eitt ferðamannaskip við fleiri enn 400 fólkum umborð tók leygardagin botn í Álandi.
Tey 331 ferðafólkini og manningin, ið telur 98 fólk, sleppa ikki í land fyrr enn sunnudagin skrivar norska tíðindastovan NTB. Skipið, ið siglir ímillum Stockholm og Mariehamn í Álandi, tók botn um 13-tíðina leygardagin.
Eingin umborð á skipinum hevur fingið skaða av hendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald