Uttanlands

Ferðamannaskip rendi á bryggju í Venedig

Manningin hevði mist tamarhaldið á skipinum, og tí rendi tað á bryggjuna og ferðafólkabátin, Michelangelo í morgun

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-06-02 11:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt ferðamannaskip rendi í morgun á bryggjuna og ein ferðafólkabát í italska býnum Venedig.

Talan er um ferðamannaskipið MSC Opera, sum manningin misti tamarhaldið á, og tí rendi skipið á bryggjuna og ferðafólkabátin, Michelangelo.

Á sjónbandaupptøku, ið sæst omanfyri, sæst, hvussu fólk runnu burtur, tá MSC Opera rendi á.

Sambært DR vórðu tvey fólk særd, og tvey onnur vórðu koyrd á sjúkrahús til kanningar.

Hetta hendi klokkan hálvgum átta í morgun.

Italski býurin Venedig dregur upp í 30 mió. ferðafólk at sær á hvørjum ári.

Um MSC Opera

Tað er felagið MSC Cruises, ið eigur skipið.

Skipið er 275 metrar langt og 32 metrar breitt.

Skipið kann taka uml. 1700 ferðafólk og eina manning, ið telur 470 fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder