Innanlands

Ferðavinnan á skeið í samband við broytt koronutilmæli

Hetta fyri at starvsfólkini í vinnuni skulu verða til reiðar at taka ímóti ferðafólkum í summar á ábyrgdarfullan hátt. Tosað varð eisini um, at ferðafólk skulu sjálvi hava eina ábyrgdarkenslu, tá tey vitja Føroyar

Visit Faroe Islands skipaði, saman við korunuráðgevingini, fyri. Komið varð inn á, at tað er týdningarmikið, at kunningin um millum annað kanning á fjórða degi kemur út gjøgnum heimasíður, faldarar o.a (Mynd: Visit Faroe Islands)

Visit Faroe Islands skipaði, saman við korunuráðgevingini, fyri. Komið varð inn á, at tað er týdningarmikið, at kunningin um millum annað kanning á fjórða degi kemur út gjøgnum heimasíður, faldarar o.a (Mynd: Visit Faroe Islands)

2021-05-20 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin høvdu avvarandi myndugleikar tíðindafund um koronustøðuna og løgdu í tí sambandi nýggj korunutilmæli fram. Tey snúði seg millum annað um, at tilmæli um sóttarhald í fýra dagar eftir komu í roynd og veru verður tikið burtur.

Les eisini: Linka sóttarhalds-tilmæli - framvegis bert 500 kunnu savnast
 
Á tíðindafundinum nevndi løgmaður millum annað eisini, at skeið skuldu haldast fyri starvsfólkum í ferðavinnuni. Hetta fyri at tryggja, at tey er klár at taka ímóti ferðafólkum í summar.

Visit Faroe Islands skrivar, at hetta skeiðið varð hildið seinnapartin í gjár. Tað var felagið sum saman við korunuráðgevingin skipaði fyri. Umboð úr føroysku ferðavinnuni vórðu bjóðaði til hendan arbeiðsdagin. Á heysti í fjør og tíðliga í ár hava eisini verið skeið fyri størri og minni bólkum innan ymisk øki í ferðavinnuni, so sum gistingarhús, bussar, ferðaleiðarar, matstovur og onnur. Skeiðið í gjár kann síggjast sum ein uppfrísking av undanfarnum skeiðum, og har varð gingið gjøgnum ymiskar støður, og kjakast varð dúgliga um avbjóðingar og uppskot til ítøkiligar loysnir.

- Endamálið hevur verið at tryggja, at starvsfólkini eru til reiðar at taka ímóti útlendskum vitjandi á ein tryggan og ábyrgdarfullan hátt og eisini at vísa ferðafólkum, at vit sum land og vinna taka ábyrgd fyri starvsfólkum og okkara gestum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Í gjár varð tosað um, at ferðafólk sjálvi skulu hava eina ábyrgdarkenslu, tá tey vitja, og at tað er týdningarmikið, at tann kunningin kemur út, m.a. gjøgnum heimasíður og faldarar. Serligt fokus var á kanningina á  fjórða degi. Stig verða tikin fyri at tryggja at ferðafólk støðugt verða mint á týdningin av at lata seg kanna fjórða dag við greiðari kunning um bókingarmøguleikar, upplatingartíðir, og annað, sambært Visit Faroe Islands.

Yvirlækni Pál Weihe, sum skipaði dagin, sigur:

- Vit skulu bjóða gestum vælkomnir, men skulu samstundis heita á tey at ansa eftir, at tey ikki bera smittuna við sær. Fyrstu dagarnar eftir komu til Føroyar eiga tey øll at rokna seg sum smittuberar

Greiða niðurstøðan av arbeiðsdegnum er, at starvsfólkini í vinnuni hava skilt sína ábyrgd og eru klár at taka ímóti ferðafólkum í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder