
Í vár avgjørdi Visit Vágar saman við kommununum í Vágum at gera eina felags ferðavinnu- og menningarætlan fyri Vágar og Mykines. Verkætlanin varð stuðlað av kommunum og Visit Faroe Islands.
Í dag verður hendan ætlan borin í hvørt húsarhald í Vága og Sørvágs kommunum.
Ferðavinnu- og menningarætlanin sæst her https://www.sorvag.fo/images/visit-vagar-faldari-dupult-sidur-web-small.pdf
Visjónin hjá kommununum og Visit Vágar er, at menna eina burðardygga ferðavinnu, sum livast kann av og livast kann við. Eina ferðavinnu, sum tekur atlit til náttúru, mentan og íbúgvar.
Fyri at tryggja, at ætlanin umboðar ynskini í økinum, tekur ætlanin útgangsstøði í borgaranum. Fundir hava verið í øllum bygdum við borgarar eins og umboð fyri hagarnar. Í hesum sambandi varð eisini ein fylgibólkur gjørdur við einum umboði fyri hvørja bygd og einum umboði fyri hagarnar.
Oda W. Andreasen var verkætlanarleiðari fyri verkætlanina “Ferðavinnu- og menningarstrategi fyri Vágar og Mykines”.
Tordis K. á Rógvi Simonsen
Í tøttum samstarvi við báðar kommunurnar fer nýggi menningarleiðarin hjá Visit Vágum, Tordis K. á Rógvi Simonsen, at standa á odda fyri menningararbeiðinum, ið stendur fyri framman.
Tordis hevur kandidat í altjóða ferðavinnu og hevur drúgvar royndir innan ferðavinnumenning og ferðavinnu annars, m.a. sum menningarráðgevi hjá Región Sjælland, kunningarleiðari hjá Visit Sandoy og sum vinnuferðavinnufólk hjá GreenGate Incoming.
Tordis byrjaði í starvinum sum menningarleiðari 1. desember.
Broytingar hjá Visit Vágum
Visit Vágar fer nú frá at vera ein kunningarstova til at verða ein menningarstova.
Økti ferðavinnustreymurin til Føroyar, og ikki minst til Vágar og Mykines, eins og broytti tørvurin hjá teimum ferðandi hevur við sær, at Visit Vágar fer at arbeiða sum ein DMO (Destination Management Organisation).
Hetta merkir m.a., at uppgávurnar hjá Visit Vágum í høvuðsheitum fara at broytast frá TIC uppgávum (TIC stendir fyri Tourist Information Centre) til fyrst og fremst at umfata DMO uppgávur. Harafturat er raksturin av Visit Vágum lagdur undir báðar kommunurnar, sum í nógv ár longu hava samstarvað um fígging av Visit Vágum, so til ber at fáa umráðandi arbeiðið at menna ferðavinnuna burðardygt í eina trygga legu.
Visit Vágar fer framhaldandi at kunna um upplivingar og tiltøk í økinum, men fer fyrst og fremst at arbeiða við menning av burðardyggari ferðavinnu, at skipa ferðavinnuna, so hon er til at liva við og av, at hjálpa veitarum í økinum við at menna góðar upplivingar og ferðavinnutilboð og at skipa fyri, at øll neyðug kunning er til staðar á heimasíðu, skeltum og/ella kunningarskermum í økinum.
Harafturat fer Visit Vágar at arbeiða fyri at marknaðarføra báðar kommunurnar sum eitt ferðamál, tí ferðafólkið hugsar ikki í kommunumørkum, og tí gagnar tað mest at arbeiða við bæði marknaðarføring og menning í ferðamálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald