Innanlands

Ferðavinnupolitikkurin hjá Sunda kommunu skal dagførast

Sunda kommuna fer nú at dagføra ferðavinnupolitikkin fyri Sundalagið, Saksun og Gjógv, og í hesum sambandi hevur kommunan gjørt avtalu við uttanhýsis ráðgeva, Margrethu Nónklett, um at standa fyri arbeiðinum at dagføra ferðavinnupolitikkin og gera eina ferðavinnuætlan fyri økið

Margretha Nónklett saman við og Jógvan Kruse, borgarstjóra í Sunda kommunu (Mynd: Sunda kommuna)

Margretha Nónklett saman við og Jógvan Kruse, borgarstjóra í Sunda kommunu (Mynd: Sunda kommuna)

2022-05-23 18:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landafrøðiliga er Sunda kommuna av størstu kommunum í Føroyum, og bygdirnar Gjógv, Saksun og Tjørnuvík eru millum best umtóktu ferðamálum í landinum. Tí er tað týdningarmikið at skipa ferðavinnuna, so hon er skynsom, ábyrgdarfull og burðardygg, skrivar kommunan á heimasíðuna.

– Sunda kommuna ynskir eina ferðavinnu, ið er sosialt burðardygg og tekur atlit at trivnaðinum og dagliga lívinum hjá fólki og bygdasamfeløgunum. Somuleiðis ynskja vit at íbúgvarnir í kommununi fáa ágóða av ferðavinnuni, eitt nú við at menna nýggj tilboð og upplivingar, sum kasta av sær inntøkur til økið.

Í hesum sambandi er Margretha Nónklett sett at dagføra ferðavinnupolitikkin hjá kommununi og gera eina virkisøtlan við ítøkiligum átøkum, sum skulu tryggja at ferðavinnan mennist til gagns fyri bæði borgarar, vinnurekandi og vitjandi í økinum.

Hetta er ein tíðaravmarkaða verkætlan, sum eftir ætlan skal vera liðug hálvan september, skrivar kommunan.

Margretha Nónklett, sum er sett at dagføra ferðavinnupolitikkin, er útbúgvin fólkalívsfrøðingur, og hevur hon drúgvar royndir innan almenna umsiting og savnsvirksemi. Hon arbeiðir sum sjálvstøðugur ráðgevi og ger kanningar, greiningar og ráðgevur innan samfelagslig og mentanarlig viðurskifti.

Kommunan skrivar, at Margretha so smátt er farin til verka, og at hon í næstum fer at práta við borgarar og áhugabólkar í økinum. Hetta verður gjørt við skipaðum samrøðum við einstaklingar og í bólkum. Fyri at røkka so nógvum sum gjørligt, fer hon eisini at gera eitt forum á heimasíðuni hjá kommununi, har øll fáa møguleikan at siga sína hugsan og koma við viðmerkingum.  Nærri kunning um hetta kemur á heimasíðuni hjá kommununi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder