Uttanlands

Ferðin eydnaðist - rúmdarfar rendi inn í rúmdarklett

Nú verður bíðað eftir um endamálið við ferðini er rokkin - nevniliga at fáa rúmdarklettin - asteroidina - at broyta kós

(Mynd: bbc)

(Mynd: bbc)

2022-09-27 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt rúmdarfar, kallað Dart, frá amerikanska rúmdarfelagsskapinum, Nasa, rakti í nátt mál sítt, smágongustjørnuna Dimorphos. Nasa stroymdi hendingina beinleiðis.

Samanstoyturin var endamálið við ferðini. Arbeitt hevur verið við hesumm í fleiri ár, og rúmdarfarið hevur verið á ferð í tíggju mánaðir.

Rúmdarfarið rakti smágongustjørnuna – asteroiduna – klokkan 00:16 í nátt við eini ferð á 22.530 kilometrar um tíman.

[object Object]

Endamálið var ein roynd at heimsins fyrstu sokallaðu planetarisku verjuskipan.

Les grein frá í gjár: Samanstoytur úti í rúmdini í nátt

- Hetta er byrjanin upp á eitt nýtt tíðarskeið – eitt tíðarskeið, har vit nú hava møguleikan fyri at verja okkum móti móti himmallikamum, sum kunnu vera til stóran vanda fyri okkum á jørðini, sigur Lori Glaze, leiðari fyri vísundadeildini hjá Nasa fyri AFP-tíðindastovuna.

Starvsfólkini hjá Nasa fegnaðust stórliga, tá rúmdarfarið rakti mál sítt.

Rúmdarfarið varð sent avstað í november í fjør, og hevur síðan havt kós móti Dimorphos, sum var stødd 11 milliónir kilometrar frá jørðini, tá samanstoyturin hendi. Dimorphos er ein rúmdarklettur, millum 120 og 150 metrar í diametur, sum sveimar í ringrás um ein annan munandi størri rúmdarklett, ið kallast Didymos.

Endamálið við øllum var at kanna, um møguleiki er at broyta kósina hjá stórum rúmdarklettum, við at lata eitt rúmdarfar renna beint á, skrivar Ritzau. 

Eygleiðingar gjøgnum stórar stjørnukikarar av jørðini skulu komandi tíðina vísa, um tað hevur eydnast at fáa rúmdarklettin at broyta kós.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder