Innanlands

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar í morgin

Ferðin hjá Team Rynkeby Føroyum byrjar við tiltaki í Klaksvík hósmorgunin

(Mynd: Klaksvik.fo)

(Mynd: Klaksvik.fo)

2022-07-06 18:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, hósdagin 7. juli byrjar súkkluferðin hjá Team Rynkeby, og aftur í ár verða súkklararnir sendir avstað frá Smæruni á Kjalarvegnum 48 í Klaksvík.

Klaksvíkar kommuna bjóðar í hesum fólki at ynskja ferðaliðnum góða ferð í morginárini.

Bjóðað verður kaffi, køka og okkurt søtt til børnini, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Skráin fyri morgunin sær soleiðis út:

Kl. 10.30: Súkklurnar verða vístar fram, og høvi verður at heilsa upp á Team Rynkeby.

Karl Johansen, borgarstjóri, og Anja Samuelsen, umboðandi Team Rynkeby, halda røður og Rani Nolsøe syngur tvey løg.

Kl. 11.15: Fráferð av Kjalarvegnum. Súkklað verður út til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Eftir tiltakið í Klaksvík verða fyrstu 105 kilometrarnir súkklaðir, tá ið leiðin gongur til Havnar umvegis Toftir og gjøgnum Sundalagið. Túrurin hósdagin endar kl. 18.35, tá ið móttøka verður á Perlutorginum við Reinsaríið, og seinni um kvøldið verður farið við Norrønu til Danmarkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder