Ferðin til Paris byrjar hósdagin

Rynkeby-liðið súkklar úr Klaksvík til Havnar áðrenn fráferð við støðgi í Norðragøtu, Toftum, Saltangará og Streymnesi

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-07-03 18:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðin hjá 63 føroyskum Rynkeby súkklarum til Paris byrjar nú hósdagin, 6. juli. Høvi verður at heilsa súkklarum og hjálparfólki ‘bon voyage’ ymsta staðni á leiðini.

Byrjað verður í Klaksvík, og fyrsta etapan endar í Havn.

Klokkan 10.30 verða súkklararnir í Helnabrekku í Klaksvík, og kl. 11.20 við Klaksvíkar sjúkrahús. Kl. 12.15 støðga tey við býráðshúsið í Norðragøtu, kl. 13.30 við undirhúsið á Toftum, kl. 14.30 við Betri í Saltangará, kl. 16.35 við Margáir í Streymnesi, og kl. 19 eru tey væntandi á Vaglinum í Havn.

Um náttina fer alt liðið, 63 súkklarar og 14 tænastufólk, umborð á Norrønu. Leygardagin á middegi leggur Norrøna at í Hirtshals, og so verður súkklað í eina heila viku.

Á ferðini til Paris verður súkklað í Danmark, Týsklandi, Belgia og Fraklandi. Súkklararnir koma til franska høvuðsstaðin leygardagin 15. juli.

Tá ið túrurin er liðugur, hava tey súkklað umleið 1.350 kilometrar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder