Innanlands

Ferðslan í Summarfestival-vikuni

Klaksvíkar Kommuna upplýsir, at stórar brotytingar verða í miðbýnum í komandi viku, tá ferðslan verður umskipað.

Gulu býarbussarnir verða ikki at síggja í brúk í Klaksvík í komandi viku

Gulu býarbussarnir verða ikki at síggja í brúk í Klaksvík í komandi viku

2019-08-02 20:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

16. árið á rað verður Summarfestivalurin í Klaksvík. Í samband við hetta verður ferðslan í og kring miðbýarøkið, eins og undanfarin ár, umskipað í samband við festivalin.

Fyrireikingarnar til Summarfestivalin eru so at siga í hæddini, og millum annað er stóra tjaldið komið upp. Fyrireikingarnar byrja av álvara at ávirka ferðsluna mánadagin 5. august, og broytingarnar eru galdandi alla festivalvikuna.

Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki, og bussarnir hjá Bygdaleiðum steðga bert við steðgistøðini á Borðoyarvík og á Varpabrúnni.

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu sæst kort yvir ferðsluna í komandi viku

Koyrandi verður aftur sum vanligt mánamorgunin 12. august, upplýsir kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder