
Ferðslan í Vágatunnlinum varð í 2020, sum so mangt annað, ávirkað av koronu. 784.674 akfør koyrdu ígjøgnum í mun til 952.300 árið fyri. Tað er ein ein minking á 17,6 prosent, vísa tøl sum VP hevur fingið fatur á.
At flogferðslan als ikki var tann sama, saman við at fólk í pørtum av árinum hava arbeitt heimanfrá, skúlagongd ikki hevur verið fysisk o.s.fr, er uttan iva størsti parturin av orsøkini.
Ferðslan í Norðoyatunnlinum minkaði eisini: Frá 1.308.519 akførum í 2019 til 1.284.544. Hetta er tó ikki meira enn ein minking á 1,8 prosent.
Ferðslan í Norðoyatunlinum var í fjør 63,7 prosent, meira enn hon var í Vágatunlinum.
Hetta er fyrstu ferð, síðani tunlarnir lótu upp, í ávikavist 2002 og 2006, er ferðslan annars økt á hvørjum ári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald