2022-02-28 07:45

Arbeiðið at rudda Elduvíkarvegin heldur fram, og er vegurin enn stongdur fyri ferðslu.
Landsverk boðar tó frá, at ferðslan verður leidd í gjøgnum nú – millum klokkan sjey og átta – og aftur frá klokkan 12 til 12.30. Síðan verður vegurin stongdur aftur fyri allari ferðslu.
Tað var fyrradagin, at eitt stórt omanlop tók uml. 200 metrar av autoverju, og síðani hevur vegurin verið stongdur.
Sí eisini: Myndir: Stóra omanlopið á Elduvíkarvegnum
Sí eisini: Myndir: Fleiri myndir av Elduvíkarvegnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald