Nýggir tunnlar Norður um Fjall eru í gerð og verður hetta slóbrótandi fyri ferðsluna norðureftir og fólkini, sum búgva í millum annað Hvannasundi, Norðdepli og á Viðareiði.
Man noyðir tó framvegis javnan at brynja seg við toli. Ferðsluljósskipan er til ótíðarhóskandi tunlarnar, soleiðis at óskil ikki kemur á ferðsluna.
Trupulleikin seint í gjárkvøldið var, at skipanin í Ánunum - við tunnilin úr Klaksvík - ikki riggaði.
Harvið vistu bilførarar ikki, nær teir skuldu fara, og onkur í bíðirøðini boðaði løgregluni frá.
Hetta var stutt fyri midnátt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Hann sigur, at serkøn fólk beinanvegin vóru tilkallaði, komu á staðið skjótt og støðan varð loyst.
Arbeiðið at gera nýggju tunlarnar Norður um Fjall skal eftir ætlan verða avhendað seinast í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald