2021-01-06 09:02

Eitt ferðsluóhapp hendi fyri løtu síðani tætt við Syrðugøtueið. Sjúkrabilar, sløkkiliðsbilur og løgreglubilur eru komin á staðið.
Tað er óvist, júst hvat er farið fram, men sum skilst hava íhvussu tveir bilar rent saman. Løgreglan kann ikki siga meira í løtuni.
Tað standa bilar í bíðirøð báðu megin staðið, har óhappið fór fram, ið ikki sleppa framvið. Bilar hava staðið heilt oman til kirkjuna við Gøtugjógv, men beint nú verða teir førdir hin vegin uppum eiðið - tann gamla ið gongur gjøgnum Syrðugøtu. Tveir sjúkrabilar eru júst farnir av staðnum.
Rættað 09.15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald