2022-11-20 11:38
Stutt eftir klokkan níggju í morgun varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Hoyvíksvegnum í Havn.
Ein bilur var í óhappinum, og bara førarin var í bilinum.
Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vórðu send á staðið.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at materielli skaðin var so stórur, at førarin mátti klippast úr bilinum, og førarin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald