2018-11-04 20:21
Um 20 tíðina fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum við Sandvíkarhjalla.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at tveir bilar hava rent frontalt saman. Fólk hava helst fingið skaða, men enn er óvist hvussu ógvusligt tað er. Løgreglan er á staðnum umframt sjúkrabilar og bilar frá sløkkiliðnum.
Vegurin er í løtuni stongdur, og tað verður hann helst tann næsta tíman, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Tí heitir løgreglan á fólk um at fara eftir Oyggjarvegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald