2019-09-11 18:00
Klokkan fimm seinnapartin í dag fekk løgreglan boð um, at ein bilur var farin útav Kaldbaksvegnum.
Løgreglan var skjót á staðnum, og tað vísti seg ikki at vera serliga álvarsamt. Eingin fólkaskaði var, men bilurin fekk eitt sindur av skaða.
Bert ein persónur var í bilinum, og varð viðkomandi koyrdur á landssjúkrahúsið til kanningar, sum vanligt er at gera í slíkum førum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Hann leggur afturat, at óhappið ikki órógvaði ferðsluna stórvegis.
Tað er ikki greitt, hvat orsøkin til óhappið er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald