
Klokkan hálvgum seks í morgun varð eitt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum, har ein bilur rendi inn í autoverjuna.
Bilurin fekk eitt sindur av skaða, men førarin fekk ikki nakran álvarsaman skaða.
Hann bløddi eitt sindur í andlitinum og varð sendur á sjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst varð hann skjótt útskrivaður aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Í sambandi við ferðsluóhappið var eisini illgruni um, at førarin hevði verið ávirkaður av rúsdrekka, og tí varð blóðroynd eisini tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Í gjárkvøldið fekk løgreglan eisini boð um, at onkur hevði framt herverk á ein bil í Syðrugøtu.
Eingin er tó skuldsettur í málinum enn, sigur vaktleiðarin, sum ikki veit at siga, hvat slag av herverk talan var um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald