Innanlands

Ferðsluóhapp á Sandavágshálsi: Bilur endaður á takinum

Bilur farin av vegnum og endaður á takinum - sløkkilið og sjúkrabilar eru á staðnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-22 07:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk stutt fyri hálvgun átta boð um at ein bilur var farin av vegnum á Sandavágshálsi og endaður á takinum. Talan er um eitt sonevnt soloóhapp.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at sløkkilið og sjúkrabilur eru á staðnum.

Í løtuni vita tey á løgreglustøðini ikki at siga, hvussu støðan er og hvør persónsskaðin er. Staðfestast kann kortini, at persónurin í bilinum, sum fór út av vegnum, er við vit.

Hurðin á bilinum er klipt fyri at fáa føraran út.

Seinnapartin í gjár eitt ferðsluóhapp á Sundsvegnum í Havn, tá tveir bilar stoyttu saman. Annar bilførarin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar og annar bilurin fekk so mikið stóran skaða, at hann mátti flytast av staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder