Dagføring kl. 17.22: Trý fólk flutt á sjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp
--
Dagføring kl. 17:01: Vegurin letur uppaftur um einar 20 minuttir, sigur Heini Østerø, stjóri í Tórshavnar Sløkkiliði við útvarpið. Tvey fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhappið.
--
Nógvur útrykningur er í vestara parti av Havnini í løtuni. Nógv neyðsynjarakfør eru send á Velbastaðháls, har tveir bilar hava stoytt saman.
Á løgreglustøðini fáa tey ikki sagt so nógv meira í løtuni enn, at tey eru á staðnum.
Talan er um bæði sjúkrabilar, sløkkiliðsbilar og løgregluni, sum eru á staðnum.
Vegurin er í løtuni stongdur, men tað gongur ikki lang tíð til alt er ruddað burtur, verður sagt av løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald