Innanlands

Ferðsluóhapp elvdi til streymslit í Klaksvík

Í nátt rendi ein bilur á eitt SEV-skáp – Eingin fólkaskaði var, men fleiri hús mistu streymin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-30 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri klokkan eitt í nátt var eitt lítið ferðsluóhapp á Heygavegnum í Klaksvík.

Talan var um ein bil, sum koyrdi á eitt SEV-skáp og ein lyktapela, og hetta hevði við sær, at nógv hús í grannalagnum mistu streymin.

Í hesum sambandi var neyðugt at gera umfatandi graviarbeiði fyri at umvæla skaðan, og stutt eftir klokkan fýra var arbeiðið liðugt, og øll høvdu fingið streymin aftur.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at bilførarin var ikki ávirkaður. Heldur var tað ósketni og óhepni, sum var orsøkin til óhappið. Eingin fólkaskaði var.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder